Photo by Rawpixel Ltd/iStock / Getty Images
Photo by Rawpixel Ltd/iStock / Getty Images

City Kids er sunnudagsskúlin í City Church. Vit ynskja, at børnini læra um Jesus og skulu mennast andaliga, persónliga og sosialt. Tí leggja vit okkum eftir at hava ymiskar aktivitetir, sum kunnu menna hesi trý øki. Vit stuðla missiónsarbeiði úti í heimi og vilja læra børnini, at tey kunnu veita eina hjálpandi hond. Bæði í nærumhvørvinum og langt burturi frá okkara landi og mentan.

Í City Kids ynskja vit eisini, at børnini skapa vinabond við hvønn annan, hugna sær og hava tað stuttligt. Nógv kreativt verður gjørt í City, og vit læra børnini at gera nógv ymiskt handaligt arbeiði, læra tey ymiskar sangir og spøl.

Nakrar ferðir um árið skipa vit fyri ymsum tiltøkum so sum  útferð, familjulegu, rulla páskaegg og hava ymsar veitslur.

City Kids er býtt upp í tríggjar bólkar. Børn 0-3 ár, børn 4 ár til 2. flokk og síðani børn úr 3. flokki og uppeftir. City Kids er frá kl. 11.45 til 12:30 á veghæddini í City Church. Foreldur eru vælkomin við í City Kids.