Hjørdis & Dánjal | Høvuðspastorar

Hjørdis og Dánjal Petersen hava verið í tænastu í fleiri enn 30 ár. Tey eru bæði uppvaksin í brøðrasamkomuni. Dánjal var ungdómsleiðari í Esbjerg eitt skifti eftir at hava verið á Bíbliuskúla í Brande í Danmark. Í 1986 fóru tey til Bretlands við YWAM, har tey fyrst gingu á DTS, sum er lærusveinaskúli, og arbeiddu síðani sum hjálparfólk og leiðarar á tílíkum skúlum bæði í Bretlandi, á Kypern, í Danmark og í Australia.

Teirra hjarta hevur altíð verið fyri ungfólki, og fyri at menniskju skulu uppliva lívið saman við Jesusi. Tey hava ferðast víða um, men búsettu seg í Kollafirði í 1996, tá tey komu aftur úr Australia. Dánjal hevur verið nógv at hoyrt í ymiskum ungdómsbólkum kring landið, og Hjørdis hevur verið nógv at hoyrt í Lindini. Tey  hava bæði virkað fleiri ár í Kelduni í Skálafirði, har tey eitt skifti vóru hjálparfyristøðufólk.

Í 2010 fóru tey til Bretlands, har tey gingu á Leadership Academy í Abundant Life Church (nú Life Church) í Bradford. Eisini vóru tey sera virkin í samkomuni har. Hesi 4 árini, tey vóru í Bradford, settu síni spor og vóru við til at mynda teirra hugsan og dreymar um samkomu. Og var tað við størri eldhuga enn nakrantíð, at tey nú løgdu leiðina aftur á klettarnar at gerast fyristøðufólk í City Church (fyrr Evangeliihúsið)

Saman við leiðsluni varð arbeitt nógv við at menna og orða visjónina og at gera broytingar, sum eru við til at gera samkomuna til staðið fyri øll menniskju. Hjartans ynski er at boða ein veruligan Gud, sum elskar verulig menniskju og sum gav alt fyri at geva okkum eina veruliga relatión við Seg sjálvan. Hjørdis og Dánjal eiga børnini, Ísak, Rebekku Rafael, Hananju og Sitri. 


Ann Gvøðny & Johannes við familju. 

Ann Gvøðny og Johannes hava verið gift síðani 2002 og eiga tríggjar dreingir, Ólavur, Dánial og Bartal. Ann Gvøðny er uppvaksin í samkomuni Evangeliihúsið, nú City Church, og er dóttir Lív og Dánial á Dul Jacobsen, sum vóru fyristøðupar í somu samkomu í 15 ár. Johannes byrjaði at ganga í Evangeliihúsinum í 2000. Longu í 2002 vóru bæði tvey partur av ungdsómsleiðsluni, og í 2010 blivu tey partur av leiðsluni.

Í samkomuni er Johannes mest aktivur í lovsangi og teknikki, og Ann Gvøðny virkar mest sum samskipari og kassameistari.

Ann Gvøðny er útlærd sum bankafólk og hevur arbeitt í banka í fleiri ár. Nú arbeiðir hon sum projektleiðari hjá Betri og tekur útbúgving innan leiðslu.
Johannes hevur í nógv ár arbeitt sum sølufólk í handli, men í 2012 valdi hann at royna nýggjar leiðir og fór á skúlabonk aftur. Í 2016 varð hann útlærdur skipsførari og er nú sjómaður.

Tað, sum tey brenna fyri í samkomuni, er, at menniskju trívast og kunnu brúka allar tær gávur, sum Gud hevur lagt í hvønn einkultan bæði til at vaksa sjálvi og at náa onnur menniskju í livandi relatiónum.


Guðrið & Tom við familju. Ungdómspastorur | lovsangs samskipari

Guðrið og Tom Jacobsen eru partur av leiðslutoyminum í City Church Tórshavn. Umframt tað, so er Guðrið Worship director, hetta merkir, at Guðrið bæði samskipar og hevur høvuðsábyrgdina av lovsanginum í City Church. Tom er ungdómspastorur og hevur ábyrgdina av ungdóminum í City Church, sum eitur Elevation Tórshavn.

Guðrið brennur fyri tí kreativa, og hevur eisini verið á creative DTS í Norra. Har var hon í 9 mánaðir. Tom brennur fyri ungdóminum. Tom hevur eisini verið á DTS, hann fór allanvegin til Taiwan. Har var hann í 6 mánaðir. Eftir hetta fóru Guðrið og Tom til USA á skúlan hjá Bethel Church í Redding California, sum nevnist BSSM (Bethel School of Supernatural Ministry). Tey vóru har í 2 ár og vóru aftur í Føroyum á sumri 2011. Síðani tá hava tey verið partur av City Church. Bæði tvey brenna fyri Guds ríki og ynskja at boða Hansara frælsi til alt Føroyar. Guðrið og Tom giftust í 2010, og saman eiga tey tvey børn, Bjarta og Filip, sum tey eru sera stolt av.