7E2A0395.jpg

LINK er barna og ungdómsarbeiði fyri øll børn ið ganga í 5. flokki og eldri. LINK er hósdagar kl. 18:30 - 20:30 í City Church, men eina ferð um mánaðin. verður farið heim til eitt av børnunum. Í LINK hava vit ymiskar aktivitetir, ið eru stuttligir, kreativir, avbjóðandi og mennandi fyri  tann einstaka unga. Vit byrja við ”ísbrótara” hvørja ferð. Stutt andakt/Guds orð er eisini hvørja ferð, ið skal veita børnunum troyst, styrki, uppmuntring og hjálp til gerandisdagin. Biðið verður saman og børnini hava møguleika at koma við bønarevnum, um okkurt er, ið tey ynskja, at vit í felag skulu biðja fyri