Lovsangur og tilbiðjan er ein máti at samskifta við Gud uppá. Vit nýta lovsang til at úttrykkja okkara kærleika til Gud. Menniskjan er skapt til at liva saman við Gudi, í Hansara nærveru og av hesi orsøk gevur lovsangur okkum stóra gleði. Í tilbiðjan gerast vit meira sum tann, vit tilbiðja. Í City Church er lovsangur ein týdningarmikil tænasta, sum verður raðfest høgt. Á hvørjum møti er lovsangur á skránni.