MegnarKvinnur_Logo_CMPRSD.png

Hjarta, aftanfyri Megnar Kvinnur, er at byggja gentur og kvinnur upp og at hjálpa teimum at fáa eyga á, hvat er ”megnar” við teimum. Gud hevur skapt okkum í Síni mynd, og tí er eingin orsøk til at hugsa nakað øðrvísi. Vit møtast umleið ein leygarmorgun um mánaðin kl.11:00-12:30 til ”brunch”, prát og eitt gott orð. Av og á hava vit kvøldtiltøk. "Megnar kvinnur tosa upp, megnar kvinnur tosa ikki niður"