Empower ‘19

08 - 09 Mars

Øll stevnan : kr.350 | Bara fríggjakvøld: kr. 150 | Bara leygardag: kr. 250

Um tú velur at gjalda gjøgnum banka flyting, skalt tú flyta peningin á konto nr. 9181-5132187


Empower merkir at gera føran fyri ella at geva evni til, og er hetta júst tað vit ynskja við stevnuni. At geva íblástur til at liva okkara dagliga lív. Ein stevna, sum er fyri allar gentur og kvinnur.


Gestatalari | Arianna Walker

Okkara høvuðstalari verður Arianna Walker, sum hevur drúgvar royndir við at hjálpa menniskjum og serliga ungum gentum og kvinnum, sum stríðast við lívsavbjóðandi trupuleikar. Hetta kann vera etingarólag, tunglyndi, gera skaða á seg sjálvan o.a. Hetta arbeiði sæst nærri lýst á www.mercyuk.org. Arianna Walker er leiðari fyri Mercy minstries uk. Hon hevur skrivað bøkurnar ”Mirror Image” ”From pain to pearls” og arbeiðsbókina ”Keys to Freedom”, sum júst er umsett til danskt. Arianna er ein eldsál, sum brennur fyri at menniskju uppliva frælsi og grøðing, frá øllum sum minkar um lívsgóðskuna. Vit gleða okkum at hoyra hana aftur í ár.

Lovsongsleiðari |  Eby Corydon frá    LIFE worship UK

Lovsongsleiðari | Eby Corydon frá LIFE worship UK

Eby Corydon er lovsangsleiðari og sangskrivari í LIFE Church í Bradford í Onglandi. Eby er fødd í miðeystri, men uppvaksin í Danmark. Hon er gift við Jacques, og saman tæna tey sum Creative Pastors. Tey elska samkomuna og brenna fyri at síggja menniskju verða sett í frælsi, fáa eitt inniligt samfelag við Jesus, og nýta teirra gávur og evni til at tæna við dirvi. Tey bæði eiga trýggjar synir, ið eita Louis, Caspian og Romeo. Eby elskar at lovsyngja og greiða frá um Guds náði og kraft út frá hennara egna vitnisburði.



Um tú velur at gjalda gjøgnum banka flyting, skalt tú flyta peningin á konto nr. 9181-5132187