7E2A1004.jpg

Hetta er fyri 7 floks næmingar, sum ynskja at fáa regluliga undirvísing hvønn týsmorgun kl.8:00-9:30 í umleið 10 vikur og síðani verða signað av samkomuni. Undirvísingin leggur seg eftir, at hin einstaki fær samband við Gud, og at tey persónligu evnini og gávurnar verða framelskað. Eitt møti verður sett av til, at hesi ungu framføra okkurt, og at leiðslan biðjur fyri teimum. Tað hevur stóran týdning fyri okkum í CC, at vit eru um tey ungu og geva teimum góð amboð á lívsins leið.