Okkara visión er VÓN

Tað merkir at alt, sum vit takast við, skal innibera vón til menniskju.
Vit býta eisini vón upp í 3.

 

Vekja kreativitet

Gud er skaparin og hevur skapt okkum í Síni mynd. Hetta ynskja vit skal avspeglast í tí, vit takast við í City Church. Hetta merkir, at vit ynskja at vera kreativ og tora at hugsa longur enn tað, vit vanliga gera.

Óreligiøs

Gud sendi ikki Jesus fyri at geva okkum religión, men relatión! Hetta er kjarnan í tí góða boðskapinum. Relatión við Gud og relatión við menniskju vera høgt raðfest í City Church.

Náa býin

Tað, sum vit takast við í City Church, ynskja vit skal náa menniskju, tað vil siga, at menniskju fara vónríkari frá okkum, enn tey komu til okkum.